Dregur út at skifta verksmiðjuna á Norðborg
Arbeiðið at skifta fabrikkina á uppsjóvarskipinum Norðborg skuldi vera liðugt í august, men skipið liggur á Havnini enn.
Arbeiðið verður gjørt á Mest, sum vann uppgávuna í kapping við útlendskar skipasmiðjur.
Umframt at skifta verksmiðjuna eru nógvar aðrar dagføringar gjørdar umborð.
Arbeiðið, sum upprunaliga var mett at kosta 150 milliónir krónur, verður nú mett at kosta 160 milliónir.
- Vit vóna at sleppa til fiskiskap í desember, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Hoyr samrøðu við Jón Rasmussen í útvarpstíðindunum: Dregur út at skifta verksmiðjuna á Norðborg | Kringvarp Føroya
Tað skrivar Jógvan Andrias Skeel Nolsøe á kvf.fo

