Veðrið - fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s.

Seinnapartin skrið ella stormur sunnan, 18 til 23 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin minkar vindurin niður í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s, og tað slítur í.

Í kvøld hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, hálvskýggjað og okkurt æl.

Fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 12 stig.