Veðrið - vindurin veksur upp í hvassan vind

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi

 

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt.

Fyrrapartin veksur vindurin til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum grovt regn.

Seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot og gongur vesturum í vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað, og tað slítur í. Seint í kvøld av ymsum ættum og tað fer aftur at regna.
 

Í nátt veksur hann aftur til frískan vind upp í strúk, í støðum upp í hvassan vind fyrst av landnyrðingi, sum frálíður eystanfyri lækkar hann niður í sunnan, meðan vestanfyri gongur hann vestur í útnyrðing, 8 til 13 m/s, í støðum 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum grovt regn. Hitin 4 til 10 stig.