Sleipaði línubátin trygt til Eiðis
Í vikuni boðaði skiparin á einum línubáti, sum var staddur norður úr Barinum, MRCC Tórshavn frá, at teir høvdu fingið okkurt um skrúvuna og høvdu tørv á sleipi.
Rescue Vón varð kallaður út og fór til hjálpar.
Vón sleipaði bátin trygt inn til Eiðis.
Túrurin tók 5 tímar og 20 minuttir
Tað skrivar facebook - vangin hjá Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón , sum eisini eigur myndina.

