Veðrið - hvassur vindur upp í skrið av útsynningi

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, hálvskýggjað og ælaveður.

Sum líður út á dagin minkar hann vindin; fyrrapartin niður í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s; seinnapartin niður í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s, í kvøld niður í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s.

Fram ímóti midnátt gongur ættin upp í norðan og hann minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, enn hálvskýggjað og ælaveður, men fyrrapartin í morgin yvirhøvur turt. Hitin í dag 7 til 11 stig; í nátt og fyrrapartin í morgin 3 til 8 stig.