Tíðindi

Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og turt fyri tað mesta, tó ælaveður í støðum. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Í kvøld minkandi niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin gongur ættin niður í vestan. Hitin úr 1 kuldastigi upp í 4 hitastig.