Tíðindi

Eitur nøkur sjúka "Útslitin"?

"Vit gerast fleiri. Vit liva longur. Vit kosta meiri, tá ið vit gerast eldri.

Soleiðis ljóða nakrar av niðurstøðunum í nýggjastu metingini hjá Búskaparráðnum.

Ein góð loysn, sum Búskaparráðið kemur við, er at effektivisera eldraøkið. Ráðið mælir m.a. til at byggja størri eindir, so vit fáa gagnnýtt starvsfólkahópin betur.

Ein fyrimunur við størri eindum er sjálvandi, at í sambandi við sjúkradagar verður ein stórur stovnur ikki líka meint raktur sum smærri stovnar. Á stórum stovnum eru jú fleiri starvsfólk til arbeiðis.

Alt hatta er klókt og lætt at taka undir við.

Hinvegin er tað bæði ósmæðið og óklókt av ráðnum at skjóta upp sum fyrstu loysn upp á búskaparligar avbjóðingar at hækka pensjónsaldurin heilt upp til 74 ár.

Hevði formaðurin í Búskaparráðnum ringt til størsta fakbólkin á eldraøkinum, Heilsuhjálparafelagið, áðrenn hann gjørdi temafrágreiðingina um fíggjarpolitiska haldførið hálvan januar, hevði hann kunnað noterað sær, at heilsustarvsfólk av okkara kaliburi ofta eru útslitin, tá ið vit koma upp í sekstiárini. Hetta hóast vit fara at liva longur, og hóast økið verður meira automatiserað - ella skipað í størri eindir.

Ístaðin fyri at stinga fingurin í jørðina, styðjar Búskaparráðið seg til eitt rokniark, sum í realitetinum roknar skeivt: Nevniliga, at útslitnir pensjónistar kunnu tryggja haldføri hjá landskassanum.

Og sum yvirskriftin, ið er eitt sitat frá legendariska kommunulæknanum á Tvøroyri, Signari Dam, sigur: Eitur nøkur sjúka "Útslitin"? Og svarið er: Nei. Eingin sjúka eitur "Útslitin".

Okkara útslitnu limir skulu sostatt ikki noyðast at fara til arbeiðis, til teir eru 74 ára gamlir, tí politiska skipanin ikki loyvir teimum frá fyri aldur.

Hví hyggur Búskaparráðið ikki heldur at yvirbygnaðinum á eldraøkinum? Hann er bólgnaður meira enn nakrantíð áður.

Um Búskaparráðið granskaði hendan yvirbygnaðin ístaðin fyri at stara seg blint upp á rokniarkið, hevði ráðið verði mint á, at fyri umleið 10 árum síðan var alt eldraøkið skipað undir einum og sama stjóra. Ein og sama meginskrivstova tók sær av øllum. Men nú? Nú eru sjey fyrisitingar, ið allar hava hvør sín stjóra umframt alt annað, ið har til hoyrir.

Høvdu myndugleikar á eldraøkinum samstarvað betur, kundi hugsast, at eldraøkið varð skipað við felags fyrisiting. So høvdu vit sloppið undan sera nógvum dupultfunktiónum.

Men ístaðin hava vit fingið fleiri kongaríki, ið eru spjadd út í allan tann almenna geiran. Og møguliga er Búskaparráðið blivið eitt teirra.

Ið hvussu er, tykist tað ráðnum torført at harta hini kongaríkini. Møguliga eru okkara útslitnu limir so fjart frá tilvitskuni hjá ráðnum, at lættari er at brúka teir sum fóður til ein skránandi búskap.

So góða Búskaparráð:

Flestu heilsuhjálparar og hjálparfólk hava arbeitt hart í 45 til 50 ár, tá ið tey verða pensjónistar sum 67 ára gomul. Og nógv teirra eru av tí sama: Útslitin!

Ryggur og mjadnar halda ikki longur enn eitt vist til hetta strævna starvið. Sjón gongur fyri søgn: Sambært yvirliti eru okkara limir harðari raktir enn  miðal hjá Betri Pensjón og tað sæst at skaðatíttleikin er hægri enn hjá hinum kundunum í miðal.   

Tí kann tað undir ongum umstøðum vera rætt so argandi og agaleyst at flyta alneyðugu pensjónina undan okkara limum, tí mann vil tryggja haldførið í búskapinum. Hetta er ein hvørvisjón við lít.

Og vit kunnu undirbyggja okkara sjónarmið betur enn so: Ein donsk kanning frá Kraka Advisory vísir nevniliga, at talið av nýggjum fyritíðarpensjónistum í Danmark, hevur stóra yvirvág av m.a. heilsuhjálparum, ið fáa játtað fyritíðarpensjón, tí teir eru útslitnir:

"Danmarks Statistik (2017) viser tilsvarende, at andelen på førtidspension ligger højest blandt personer med en grundskoleuddannelse eller SOSU-uddannelse." Sitat: Kraka Advisory

Summa summarum: Tað ber ikki til at hækka pensjónsaldurin hjá okkara fakbólki.

Mary Antonsdóttir
forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

"Tey lægst løntu, sum oftast hava kropsliga tungt arbeiði, eru útslitin, áðrenn tey náa pensjónsaldurin."
Signar Dam, lækni