Tíðindi

Veðrið um vikuskiftið

Hanus Kjølbro, veðurmaður

Nakað av vindi hevur verið seinnapartin og í kvøld saman við nokkso nógvum regni. Nú er nakað frægari veður. Í skrivandi løtu (klokkan 22) er miðalvindferðin kring landið 10 til 15 m/s av útsynningi. Skýloftið er eitt sindur skiftandi, og okkurt ælið er viðhvørt. Hitin liggur um til 8 stig.

Eitt øki við nógvum vindi fer fram við Føroyum sunnanfyri í nátt. í økinum er upp í storm, 18 til 23 m/s. Økið er so lítið í einum stórum havi, og bert lítil broyting í, hvussu tað gongur, kann hava stóra broyting í veðrinum í Føroyum við sær.

Í aðrar mátar er vindur nokkso ójavnur á allari havleiðini kring Føroyar í kvøld og í nátt. Hann er í støðum niðri á 10 til 15 m/s, men í øðrum støðum upp í 15 til 20 m/s. Hesi støð flyta seg og blandast, og tað er tí ikki lætt at seta neyv tøl á vindferðina í Føroyum. Vit mugu tí sláa okkum til tols við hesum ójavna vindi.

Soleiðis gongur kvøldið, og nakrar tímar eftir midnátt fer omanfyrinevnda økið eystureftir skamt sunnan fyri Suðuroy. Vindferðin fer tí í eina løtu – t.e í 2 ella 3 tímar – upp í 20 til 25 m/s sunnan fyri Føroyar, og tað fara serliga tey í Suðuroy at merkja. har fer eisini at vera nógvur vindur í nátt.

Norðanfjørðs fer ikki at vera líka nógvur vindur hesa løtuna – longur norður, minni vindur.

Tá ið komið er fram ímóti morgni, er aftur sami ójavni vindur sum nú – t.e. løtur við 10 til 15 m/s og løtur við 15 til 20 m/s. Soleiðis fer veðrið at vera allan morgindagin, til einaferð seint seinnapartin. Tá fer vindurin at minka, og ættin fer niður í sunnan. Á midnátt eru 5 til 10 m/s.

Saman við vindinum fáa vit eitt smáskýggjað skýloft og ælaveður. Hitin í morgin fer at liggja um 3 til 8 stig.

Sunnunáttina fer vindurin at veksa aftur, og fram ímóti morgni eru 13 til 18 m/s, samdrigið og samregn.

Tá ið nakað er liðið út á seinnapartin støkkur hann upp í vestan, vindurin minkar niður í 8 til 13 m/s, og sum frá líður er ælaveður í staðin fyri samregn. Um kvøldið eisini við vátakava, og tá er eitt sindur meira vindur, upp í 15 ella 18 m/s.  

Hitin sunnudagin upp í 10 stig fyrrapartin, men niður í 2 stig um kvøldið.