Tíðindi

Veðrið

Sunnudagin, mánadagin og týsdagin

Sunnudagur:
Frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum frá líður minkar niður í lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s.

Um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Mánadagur:
Frískur vindur upp í strúk eystan og av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Smáskýggjað og vátakavi ella kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Týsdagur:
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Seinni hækkar hann í norðan og minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður við vátakava ella kava. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

  •