Tíðindi

Skrásetti møði hjá fiskimonnum í meira enn 200 dagar

Fekk tá at merkja á egnum kroppi, hvussu stravið lívið umborð á smærru skipunum er

Eg spýði av møði tá vaktin var liðug

Annbjørg Abrahamsen skrásetti møði hjá fiskimonnum umborð á línuskipum, garnaskipum og trolbátum í meira enn 200 dagar. Onkrar túrar mátti hon arbeiða sum kokkur og dekkari  og fekk tá at merkja á egnum kroppi, hvussu stravið lívið umborð á smærru skipunum er.  

Tú kanst sleppa við, men tað verður einki við at fara í brúsu hvønn dag. Vatntangin skal røkka til allan túrin, og vit ætla okkum ikki inn, tí vit mangla vatn.

 

Tað vóru boðini frá einum skipara á línuskipi, tá Annbjørg Abrahamsen spurdi, um hon kundi sleppa ein túr við teimum fyri at máta, hvussu móðir fiskimenninir vóru, meðan teir vóru úti.

Hon takkaði fyri og lovaði at vaska sær sum minst. Skiparin segði so, at hon kanska kundi sleppa í brúsu eina ferð um vikuna.

Annbjørg fór til frisør og klipti sær stutt, so tað skuldi vera skjótari at vaska hárið, og hon pakkað eina rúgvu av vátserviettum og turrvaski, so hon kundi vaska sær uttan at brúka ov nógv av tí dýrabara vatninum í tanganum.

Sunnukvøldið á norðoyastevnu í 2017 fór hon sín fyrsta túr við einum línuskipi. Umframt vátserviettar og heit klæðir hevði hon eina rúgvu av spurnabløðum og mátitólum við sær, sum skuldu skráseta dátur um heilsustøðuna hjá monnunum umborð.

LES ALLA GREININA HER in.fo - fyrst og fremst

Greinin stóð í blaðnum "Vísindavøkublaðið 2023" saman við Vikuskiftissosialinum.