Tíðindi

Savnsgull: Løtu seinni søkkur sluppin

Í umleið fjøruti tímar rógva menninir til lands

Savnsgull: Slóðin 3:3

18-12-2017

- føroysk sending frá des. 1998

um hendingina við sluppini Union Jack, úr Vestmanna.

Vit skriva 1940. Ein føroysk slupp er á veg úr Íslandi til Skotlands við fiski. Miðskeiðis millum Hebridurnar og Føroyar kemur brádliga ein kavbátur ímóti teimum.

HYGG AT SENDINGINI Í SVF HER Stakar sendingar - sjónvarp | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Skjótt ríða maskinbyrsusalvurnar inn yvir sluppina, og teir sjey menninir umborð á sluppini bjarga sær í ein lítlan bát - á stødd við ein tríbekk. Løtu seinni søkkur sluppin.

Í umleið fjøruti tímar rógva menninir í hesum bátinum.

Í ódnarveðri. Sjeyti ár eru nú liðin síðan hetta hendi. Lagt til rættis: Grækaris D. Magnussen og Jógvan Eli Dam.