Løgmaður tók ímóti Ennibergi á Hafnarfirði
Í gjárkvøldið tók eg ímóti Ennibergi í Hafnarfirði, har systkinabarnið, Rólvur, er skipari.
Tað skrivar Beinir Johannesen
Eftir at hava roynt í Vesturgrønlandi bunkra teir í Hafnarfirði í dag, áðrenn teir fara at royna í Eysturgrønlandi.
Stuttligt at heilsa upp á manningina, áðrenn leiðin gongur heimaftur. Talan er um nógvar ungar mans, har helvtin av teimum 25 mynstraðu eru undir 23 ár. Hugaligt, at so nógv ungt fólk heldur sær framat í okkara høvuðsvinnu!
Góðan fiskiskap víðari, Enniberg
Tað skriva Beinir Johannesen, løgmaður á sínum facebook-vanga.

