Føroya Fiskimannafelagið vrakaði semingsuppskot í apríl
Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag skrivaðu í gjár undir nýggjan sáttmála, sum verður galdandi til 1. apríl 2028. Sáttmálin varð undirskrivaður á Hotel KG í Klaksvík.
- Tað eru fleiri viðurskifti, sum vit hava fingið bøtt um í sáttmálanum, sigur Jan Højgaard, FF-formaður, eftir samráðingarnar við Reiðarafelagið í gjár.
- Limir okkara hava leingi spurt eftir, hvussu verður við viðgerðatrygdini, og nú eydnaðist at fáa arbeiðasgevaran at gjalda fyri hesa serligu trygging, sigur FF-formaðurin.
Hann leggur afturat, at skjóta viðgerðin økir um møguleikan hjá limunum at koma skjótt fyri seg og aftur til arbeiðis.
Eitt stríðsmál, sum hevur fylt nógv hjá limunum, fekst eisini í rættlag gjár. Manningarnar í Barentshavinum fáa nú 1.100 krónur pr. dag um túralongdin gerst drúgvari enn 75 dagar.
- Tað fegnast vit um, sigur Jan Højgaard, sum er væl nøgdur við úrslitið av samráðingunum.
Nærri kunning um viðgerðartrygdina og sáttmálan annars kemur næstu dagarnar.

