Manningarfeløgini til semingsroynd á Hotel KG í dag

Feløgini vrakaðu semingsuppskot síðst í apríl.

Sáttmálarnir eru langt síðani farnir úr gildi 

Semingsroyndin millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið verður nú tikin uppaftur.

Semingsstovnurin hevur givið manningarfeløgunum og Reiðarafelagagnum boð um, at møta til semingsroyndin sum byrjar í dag 8. oktober og heldur fram 9. oktober, um er tað neyðugt. 

Feløgini vrakaðu semingsuppskot síðst í apríl.