Tíðindi

Fiskamarknaðurin

Metingin fyri viku 48

Samandráttur

Línuskip: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað kemur at landa síðst í vikuni.Tvey frystilínuskip eru við Ísland, tvey við Grønland og so eru trý á Íslandsrygginum. Tey fiska mest tosk og so hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.

Útróður: Streymurin er rímuliga harður, men linkar spakuliga sum vikan gongur. Veðri verður gott fyrst í vikuni, men móti endanum á vikuni sær út til at veðri ikki verður so gott. So vit vanta hampuligan nógvan útróður fyrst í vikuni, men minni síðst í vikuni. Bátrnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara teir út tá veðri batnar.

Partrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar. Vantandi fer onkur út á Skeivabanka at fiska havtasku.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.