Veðrið - veksur upp í storm ella hvassan storm
Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/, sum út á morgunin og fyrrapartin veksur upp í storm ella hvassan storm millum útsynning og vestan, 20 til 25 m/s.
Seinnapartin minkar hann vindin niður í strúkur í vindi ella skrið vestan, 13 til 18 m/s.
Og í nátt niður í frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s.
Alt samdøgrið skýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 12 stig. Í nátt 5 til 10 stig.

