Veðrið

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi

 

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað og ælaveður.

Fyrrapartin minkar til lot til frískt lot og lækkar niður móti sunnan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og alt longri millum ælini.

Seinnapartin hálvskýggjað og yvirhøvur turt.

Í kvøld trilkar hann aftur til frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Í nátt dregur á luftina og sum frálíður ælaveður.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin um dagin 8 til 12 stig, í nátt 4 til 10 stig.