Kunnu fiska meira enn tvífalt so nógv av makreli sum í ár
Uppsjóvarfiskurin er so mikið væl fyri, at ICES mælir til at hækka mest loyvdu veiðu á øllum trimum stovnum, makreli, svartkjafti og norðhavssild.
Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er meira enn tvífalt so nógv sum ár, ella 102 prosent.
ICES sigur, at gýtingarstovnurin er komin upp um sonevnda Blim-markvirðið. Tí eru ógvisligu átøkini, sum vóru sett í verk í fjør at verja stovnin, ikki longur neyðug.
Tilmælið fyri svartkjaft er ein millión og 64.000 tons. Tað eru 25 prosent meira enn tilmælið fyri í ár.
ICES sigur, at hækkingin í svartkjaftinum kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.
ICES mælir eisini til at fiska 588.000 tons av norðhavssild næsta ár, sum eru 10 prosent meira enn í ár.
Tað skrivar Johnsigurd Johannesen á kvf.fo

