Skipsboð at hoyra HER

Spurnarkapping millum Glyvursnes og Tjørnunes

TRÝST HER Skipsboð | Kringvarp Føroya

Tað var spenningur í luftini, tá manningarnar á farmaskipinum Glyvursnesi hjá Smyril Line og loðsbátinum Tjørnunesi hjá KSS kappaðust mikumorgunin.

Talsmaður umborð á Glyvursnesi var skiparin, Bjarni á Lag, meðan talsmaðurin umborð á Tjørnunesi var markinmaðurin, Jóhan Sólheyg. Harumframt vóru fleiri aðrir av manningini eisini staddir á brúnni.