Veðrið

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi

 

Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, sum frá líður fer í landsynning og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið.

Í kvøld veksur hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna.

Í nátt fer hann vesturum og hækkar í vestan.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og regn ella ælaveður. Hitin 6 til 11 stig, í nátt niður í 3 stig.