Tíðindi

Vandi er fyri, at vit einki skip hava, sigur stjórin í Vørn

Tað kemur tilla við hjá Vørn, at eingin peningur verður settur av

Torført at fáa eykalutir til Tjaldrið

Vandi er fyri, at vit einki skip hava, sigur stjórin í Vørn, nú heldur eingin peningur verður settur av næsta ár til nýtt vaktarskip.

Tað kemur tilla við hjá Vørn, at eingin peningur verður settur av til at fyrireika nýtt vaktarskip fyri Tjaldrið á fíggjarlógini næsta ár.

Játtanin er útsett til 2025.

Fýra milliónir kr. skuldu setast av til fyrireiking at byggja nýtt vaktarskip í 2024 og fýra milliónir aftrat 2025, ella tilsamans átta milliónir.

Men í fíggjarlógaruppskotinum, sum er til viðgerðar í fíggjarnevndini í hesum døgum, er eingin játtan til vaktarskip næsta ár.

- Vandi er fyri, at vit einki skip hava, tí Tjaldrið er so gamalt, at eykalutir ikki longur verða gjørdir til tað, sigur Óli Hans Olsen, stjóri á Vørn:

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Útvarpstíðindi | Kringvarp Føroya (kvf.fo)