Kundi tú hugsa tær at sæð, hvussu ein føroyskur træróðrarbátur verður smíðaður?
Vit hava altíð havt hjallin á sjónum og í øldir hevur føroyski træróðrarbáturin verið álitið. Í 60-árunum varð farið undir at gera føroyska róðrarbátin úr glastrevjum, og sum frá leið troðkaðu útlendskir plastbátar føroyska róðrarbátin av.
Flestir føroyskir róðrarbátar, ið verða smíðaðir í dag, eru kappróðrarbátar, sum siðvandir bátasmiðir ikki rokna sum rættiligar siðbundnar føroyskar róðrarbátar. Eitt, sum ofta verður ført fram ímóti føroyska róðrarbátinum, er, at hann er torførari at viðlíkahalda enn ein plastbátur. Men um ein føroyskur róðrarbátur verður drigin, spulaður og settur undir tak eftir brúki, heldur hann sær sera væl og leingi.
Tað, sum eg helt manglaði í einum filmi hjá Sjónvarpi Føroya um føroyskt træbátasmíð, og sum Finnbogi Ísaksson í sínari tíð framleiddi, var, at filmurin ikki vísti handverkið í smálutum. Tíánsheldur í øllum smálutum. Kaj Hammer, bátasmiður, er samdur við mær í hesum, og vit gjørdu av at gera ein nýggjan film, ið skuldi kunna brúkast sum arbeiðsvegleiðing, um tú ætlaði tær at smíða ein siðbundnan føroyskan træróðrarbát.
Á loftinum á Timbur- og Málingadeildini hjá skipasmiðjuni MEST í Havn strekti Kaj kjølin í juni 2017. Í oktober sama árið var báturin liðugur. Eg filmaði við trimum videokameraum – eitt í hondini til nærmyndir av Kaj, meðan hann smíðaði, hølvaði, høgdi við øks og sagaði – og har aftrat tvey videokamera á stativi til yvirlitsmyndir.
Filmingin vardi í 71 dagar, og upptøkurnar tilsamans fyltu umleið 330 tímar í alt. Hetta var alt sjálvboðið arbeiði, men ein professionellan klippara skuldi vit eisini hava. Vit fóru runt við hattinum í hondini og fingu sum fráleið dyggan stuðul frá privatum grunnum og virkjum. Klipparin er Jóhannus E. Johansen, sum hevur nomið sær útbúgving innan film í Vancouver, Kanada.
Avgjørt var at gera tvær útgávur av filminum – aðra til fakfólk, umleið 5 tímar langur, sum í smálutir vísir handverkið at smíða ein siðbundnan føroyskan træróðrarbát, og hina til leikfólk, sum er 37 minuttir long.
Í desembur 2024 var klippingin liðug, og tann longri filmurin er nú lagdur út á YouTube í 35 pørtum, umleið 5-11 minuttir hvør, (sí mynd). Um tú skrivar SNEKKJAN í leititeigin á YouTube, kemur tú fram á hann. Tú kanst trýsta á ta stóru myndina, so verða allir partar spældir – ein fyri og annan eftir. Tú kanst eisini velja ein ávísan part við at trýsta á eina av smærri myndunum til høgru. Stytri filmurin, ætlaður leikfólki, er ikki lagdur út á YouTube. Ætlanin er at vísa hann seinni í øðrum høpi
Trýst HER Snekkjan Partur 01
Innsent av Árni Nicolajsen, filmskapari