Kaassassuk á Havnini.

Eg haldi at menninir venja seg við at kokkurin er kvinna

Lættari at kokkast tá eingin sjóverkur er

-Manningin er vinarlig og huglagið umborð er gott. Tá er lættari at verða kokkur, enn tá fólk grenja um matin. Teir eta nærum alt eg geri, sigur hon flennandi.

Í gjár, mánadagin 3. mars lá stóri grønlandski rækjutrolarin Kaassassuk á Havnini. Trolarin er ávegis til Danmarkar har hann skal í dokk og umbyggjast, til eisini at kunna fiska og hagreiða tosk.

Fiskireiðskapurin varð lagdur uppá land, so trolvirkið Vónin kann yvirhála trolini, meðan skipið er til umvælingar.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk, millum annað, eitt prát við tænarin (steward) Karen Marie og kokkin, Ninnu.

-Eg kom umborð her í desembur 2023, stutt undan jólum. Eg eri útbúgvin køksleiðari og havi arbeitt sum tað. Eg kendi til køksarbeiði á landi, men hevði ikki verið kokkur umborð á skipi fyrr, so eg var nærum blaka út í arbeiðið. Men tað gekk! sigur Nanna.

-Manningin er vinarlig og huglagið umborð er gott. Tá er tað lættari at verða kokkur, enn tá fólk grenja um matin. Teir eta nærum alt eg geri, sigur hon flennandi.

Uppá fyrispurning um fleiri kvinnur eru kokkar við grønlandskum skipum, svarar hon:

-Jú, tað eru tað, og vit gerast fleiri og fleiri, tí skip tørva kokkar. Eg haldi at menninir venja seg við at kokkurin er kvinna, hóast tað í kokkayrkinum vanliga eru fleiri menn enn kvinnur, sigur Nanna.

-Fara vit avstað í sjaskveðrið, so havi eg sjóverk tveir teir fyrstu dagarnar. Eg royni at kokkast kortini, men tað er væl lættari at kokkast tá eingin sjóverkur er, sigur hon.

-Familjan var noydd at venja seg við, at eg var burturi í tveir mánaðir. Men so eri eg eisini heima í tveir mánaðir og tá havi eg frí, sigur Nanna.

Hvat er so arbeiðið hjá tænaranum Karen Marie?

-Eg dekki borðini, hjálpi kokkinum við matinum, vaski upp, vaski klæðir og annað. Tað dámar mær væl, sigur hon.

Frá Sjómansmissiónini fekk manningin bløð, bøkur og skriftstað.

Teimum umborð á Kaassassuk og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum, sum eisini eigur myndina.