Ikki eru møgulig uttan so, at verandi eigarar minka, ella felagið selur kvotur
Einasta broytingin í reglunum um miðsavnan, sum stendur eftir í lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum um sjófeingislógina, fer at raka ein reiðara sera meint.
Ætlanin er at broyta reglurnar soleiðis, at nærstandandi feløg eisini verða roknað undir einum, tá gjørt verður upp, hvussu nógv tey hava ræði á, og tað heldur Hanus Hansen, stjóri í JFK-samtakinum, fer at raka seg.
Hanus Hansen heldur, at nýggja tulkingin hevur við sær, at eigaraviðurskifti ikki eru møgulig uttan so, at verandi eigarar minka, ella felagið selur kvotur, og tað rakar millum annað skipini, sum fiska í Barentshavinum.
Nýggja tulkingin fer eisini at raka línuskipini, sigur hann.
Landsstýrið ætlaði at broyta reglurnar um miðsavning av fiskirættindum, men hevur nú avgjørt at taka reglurnar úr uppskotinum.
Hanus Hansen, stjóri í JFK-samtakinum, mælir til, at reglan um nærstandandi feløg eisini verður strikað.
Sí innslag í Degi og Viku: Broytingar í sjófeingislógini: Eitt reiðarí verður rakt | Kringvarp Føroya
Tað eru Hallur av Rana og Sigurjón Einarsson sum hava gjørt innslagið.