Fer at bjóða “kanal-rundfart” á Havnarvág
Túrar framvið sjóvarmálanum á Havnarvág
Seinastu sjey vikurnar hava átta spennandi ferðavinnuverkætlanir luttikið í átakinum, Nýskapan í ferðavinnuni, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava skipað fyri.
Ein av luttakarunum er Eyðun Egholm. Eyðun hevur sett á stovn fyritøkuna Egholm Tours, ið fer at bjóða ferðafólkum eitt slag av luksus “kanal-rundfart” á Havnarvág. Siglt veður frá Vágsbotni í søguligum umhvørvi framvið sjóvarmálanum, og umborð fer Eyðun at borðreiða við onkrum leskiligum at eta og drekka.
Báturin hjá Eyðun er el-drivin, ljóðleysur og øll tøknin so burðardygg sum til ber, eisini timbri. Báturin brúkar sjóðhita, hevur sólsellur og vindmyllu. Ætlanin er, at hava fleiri fráferðir um dagin og upplivingin verður tøk alt árið.
Hoyrið meira um spennandi verkætlanina hjá Eyðun fríggjadagin 7. mars kl. 13:00 á forvitnisligari móttøku í Müllers Pakkhús, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni er á skrá.
Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Tó er plássið avmarkað, og tí er neyðugt við tilmelding. Sí nærri kunning og melda til her: https://forms.office.com/e/f5uAc96ymD