Veðrið
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggja og bert hendinga æl. Hitin 2 til 6 stig. Um middagsleiti eitt skifti sunnan, minni enn 5m/s.
Seinnapartin sunnanfyri, og seinni norðanfyri, gongur hann upp í eystan, og vindurin veksur. Tað dregur uppá luftina og tað fer at regna.
Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, og í nátt av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggja og regn, møguliga sum vátaslettingur. Hitin 0 til 4 stig.
Móti morgni frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggja og tað slítur í. Í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Smáskýggja og onkur sólglotti. Hitin 2 til 6 stig.