Hvítanes á sín fyrsta túr
- Hvítanes fer fyrst at gera eitt hál undir Føroyum, og eyndast tað væl so fer skipið til Svaldbard á rækjuveiðu, tað skrivar Hans Andrias Keldurberg, reiðari, á sínum facebook-vanga.
Vit skrivaðu her á síðuni 20. januar, at fólk frá reiðarínum, Thor í Hósvík, tá vóru farin Bay Roberts í Ný Foundlandi, har teir skuldu meta um standin á "gamla" Hvítanes, sum tá æt INUKSUK I.
Thor í Hósvík keypti INUKSUK og hava nú gjørt ymiskt við trolaran, áðrenn teir fóru til fiskiskap. Í gjárkvøldið fóru teir fyrsta túrin, við 17 monnum umborð, av Havnini..