Løtumynd
Smyril, sum varð keyptur til Føroya í 1975, er komin til Klaksvíkar, og innanfyri liggja sluppirnar Fimm Systrar og Gudrun. Uttaná teimum liggur 20 tonsarin Sjóvarmoy, sum var ein av útróðrarbátunum, sum Reynhold Jacobsen og aðrir smíðaðu á Stongunum.
Fimm systrar varð strikað av skipalistanum í 1970, og miðskeiðis í 1970 unum var upp á tal at varðveita hana, og tá varð hon tikin upp á beding í Klaksvík. Men tað vísti seg, at hon var í ov ringum standi, og tískil varð hon søkt í Haraldsundi. Eftir at Gudrun varð løgd í 1975, keypti ein grunnur í Klaksvík skipið at varðveita, men har spurdist onki burturúr. Seinni keypti Jógvan Petersen í Vestmanna sluppina, og tá varð hon sleipað hagar. Har lá hon fyri teym í nøkur ár, men seinni í 1970 unum varð hon søkt í Vestmannasundi.
Sluppirnar Sigurfari og Sæborg vóru longu farnar av bygdini, tá myndin var tikin. Íslendingar keyptu Sigurfari frá Seglhúsmonnunum í 1974, og Sæborg varð søkt í Kalsoyarfirði í november 1973. Seinasta sluppin í Klaksvík, sum var Esther, sigldi fleiri ár eftir hetta.
Av smærri bátunum innanfyri sluppirnar kennist eg bara við ferniseraða bátin, sum er Útsýnið. Kjartan Klein og konan Astrid høvdu bátin við sær heim til Føroya, tá tey fluttu heim úr Danmark umleið 1970. Seinni fekk báturin navnið Strond, og tá stóð P/F Á Strond við Jógvan Hansen sum eigara. Símun Waag Høgnesen tók myndina.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.