Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum frá líður hvassur vindur, 15 m/s. Smáskýggjað og okkurt ælið.

Út á seinnapartin veksur hann vindin til strúk í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, seinni útsynningur. Skýggjað og regn.

Í kvøld minkar hann sum frá líður vindin aftur niður í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið.

Leygardag fyrrapart veksur hann vindin aftur til strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.