Veðrið
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Út á dagin minkar vindurin til lítið lot og lækkar niður í útsynning, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað, okkurt ælið, men yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin 3 til 7 stig.
Seinnapartin ella í kvøld gongar hann eysturum til landsynning, framvegis lítð lot, men meira skýggjað og okkurt æli. Hitin 3 til 7 stig, tó í erva niður móti frostmarkinum.
Fyrrapartin í morgin lítið lot eystan. Skýggjað, í støðum møguliga mjørki og ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.