Arbeiðsmarknaður

Samráðingarnar eru slitnaðar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya samdust fyri løtu síðani um at heita á Semingsstovnin um at koma upp í samráðingarnar.

Samráðingarnar hava verið drúgvar, og partarnir hava aftaná 11 samráðingarfundir staðfest, at teir koma ikki víðari við samráðingunum.

Samráðingarnar eru slitnaðar.

Vinarliga vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Per Martin Gregersen, formaður