Veðrið
Lot til frískt lot av landnyrðingi og norðan 3 til 8 m/s, tó sunnanfyri upp í strúk, 13 m/s. Út á dagin minkar vindurin til lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s.
Seinnapartin gongur hann yvir í útnyrðing og vindurin veksur til frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, í kvøld. Skýggjað og hálvskýggjað, tó møguliga okkurt ælið við vátakava. Hitin frá 3 til 6 stig, men í erva niður um frostmarkið.
Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og hálvskýggjað. Hitin frá 2 til 5 stig.
Í morgin framvegis frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og hálvskýggjað, men heldur kaldari, -1 til 4 stig.