Arbeiðsmarknaður
Samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið slitnaðu fyrrapartin, og partarnir hava heitt á Semingsstovnin um at koma uppí.
Langt er millum partarnar, sum hava samráðst í fýra mánaðir. Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober.
Eftir 11. samráðingarfundin staðfestu partarnir, at teir koma ikki víðari í samráðingunum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at bæði løn og arbeiðsviðurskifti skilja partarnar.
Per Martin Gregersen, formaður í KAF, sigur, at felagið hevur víst á, at lønarlyftið er ikki partur av samráðingunum við Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Tað er komið frá landsstýrinum.
Ósemja er eisini um lønarkarmin, sigur Per Martin Gregersen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Langt er millum partarnar | Kringvarp Føroya
Tað skrivar Emil Lisberg Jacobsen á kvf. Mynd kvf.fo