Eg veit ikki, hvat eg skal gera, um eg missi starvið

Símun Johansen er tunghoyrdur. Innslag í D&V HER

Símun Johansen dámar væl sjólívið. Hann hevur siglt ein stóran part av sínum lívi, og í løtuni er hann dekkari og kokkur umborð á einum garnaskipi.

Men ivasamt er, um hann kann halda fram sum sjómaður. Tí í august í fjør kom ein kunngerð, ið setur krøv til sjófólk um hoyrn, har kravt verður, at sjófólk á dekkinum ella á brúnni, skulu kunna hoyra teskaða talu í 4 metra frástøðu.

Innslag í Degur & Viku TRÝST HER: Krøv um hoyrn avmarka arbeiðsmøguleikar | Kringvarp Føroya

Harafturat verður kravt, at hoyritól bara kann verða brúkt, um váttan er um, at sjófólkið kann røkja vanligar arbeiðsuppgávurnar, harímillum uppgávur í neyðstøðu so leingi heilsuváttanin er galdandi.

"Eg stúri fyri at missa starvið, tí dámar mær best sjólívið. Eg havi siglt í 21 ár, og eg veit ikki, hvat eg skal gera, um eg missi starvið," sigur hann.

Tað skrivar Birita Matras Petersen á kvf.fo