Jóhannis Joensen, løgtingsmaður spyr Dennis um meskavídd

 

Til Dennis Holm, landsstýrismanní fiskivinnu-og samferðslumálum

Evni:Trolfiskiskapur eftir svartkalva

Spurningar: 1.Hava Føroyar størstu trolmeskavíddí Norðuratlantshavi,tá tað snýr seg um fiskiskap eftir svartkalva?

2.Hví hava Føroyar valt hesa trolmeskavíddtil henda fiskiskap?

3.Hví brúka tey ymsu londini ymiska meskavíddtil henda fiskiskap?

4.Ætlar landstýrismaðurin at taka hetta upp við Havstovuna, soleiðis at føroyingar hava betri treytir at fiska svartkalva, serliga har fiskað verður av sama svartkalvastovni,báðumegin markið?

Viðmerkingar:Tað erufáarfelagstreytir um meskavíddinnan trolfiskiskap í Norðuratlanshavi. Hetta hóast londini ofta fiska av sama fiskastovni.

Sum skilst, skipa londini sín egna fiskiskap við egnari trolmeskavídd.Tað ger,atfortreytirnar eru ymiskar fyri ymisku skipini.Tað hevur verið víst á, at Føroyar hava størstu meskavídd(145mm), tá fiskað verður eftir svartkalva.

Grundgevingarnar eru helst fleiri. Hinvegin nýta bretar 135 mm, norðmenn 135 mmoggrønlendingar 140 mm, tá fiskaðverður eftir svartkalva.

Nú eru fleiri lond, sum gera royndir við skiljirist, soleiðis at hjáveiða verður skild frá.

Hetta ger fiskiskapin burðardyggari.Støðan í dag er tann,sambært skiparum, sum troyta henda fiskiskap, at svartkalvin,við 145 mm meskavídd, sleppur gjøgnum posan, men tíverri færnógvur fiskur skaða og doyr, hóast hann sleppur ígjøgnum meskarnar. Tá er onki vunnið.

Varð meskavíddin minkað, fiskaðu skipinieisinitann fiskin, sum í dag doyr uttanfyri trolið.

Tað kann eisini tykjast undarligt, at føroysku skipini fiska við størri meskavíddeftir sama fiskastovni, har bretar fiska við smærri meskum nakrar fáar metrar hinumegin markið.

Fyri at vita,hvat landstýrismaðurin kann gera við hetta málið,og hvør støða hansara er í hesummáli, verður hesin fyrispurningur settur landstýrismanninum.

Á Løgtingi,25. februar 2025Jóhannis Joensen