Veðrið
Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, eitt stutt skifti hvassur vindur, 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður í støðum grov æl.
Út á náttina minkar hann vindin sum frá líður, og mikudag fyrrapart lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 4 til 7 stig, í nátt niður í 2 stig í støðum.