Verðrið

Forsøgn galdandi til leygarkvøldið

 

 

Í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Hitin 5 til 9 stig.

Sunnudagin

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm 23 m/s. Samdrigið og regn. Sum frá líður minkar hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 5 til 9 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, stundum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum heglingur. Hitin millum 5 og 7 stig.

Mikudag

Frískur vindur upp í strúk vestan ella av útsynningi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 3 og 6 stig.