Stórur partur av manningini vóru ungir dreingir, heilt niður í 14 ára aldur
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
Tað er ein serligur partur av okkara søgu, tá føroysku saltfiskalínuskipini í seksti- og sjeytiárunum fóru longu leiðina yvir á Flemish Kap at fiska og vóru burtur í fleiri mánaðir. Stórur partur av manningini vóru ungir dreingir, heilt niður í 14 ára aldur. Vaktirnar hjá manningini vóru langar og frívaktirnar samstundis stuttar, og ungu menninir stóðu sárhentir í egningarskúrinum og egndu dag út og dag inn allan túrin.
Ein av teimum, sum fóru yvir á Flemish Kap sum 14 ára gamal, og sum kann siga livandi frá hesi tíðini, er 64 ára gamli Leon Sólheyg í Klaksvík, og tað ger hann í hesari útvarpssendingini.
Hesi seinnu árini, síðani hann bleiv heimamaður, er Leon betri kendur sum bóndi og hevur bæði havt neyt og seyð. Nú hevur hann eini 180 áseyðir í trimum ymsum hagapørtum í Borðoynni. Ein lítlan hagapart á Norðoyri og tveri óhøgligir hagar á vestursíðuni av Borðoyarnesi.
Hoyr sendingina "Við Tórði á túri" har hann tosar við Leon Sólheyg TRYST HER Við Tórði á túri | Kringvarp Føroya