Asta Mortensen hevur arbeitt hjá Varðanum Pelagic síðan 2012
Hvussu er at arbeiða á kantinu- og reingerðardeildini hjá Varðanum Pelagic?
Eg dámi tað væl, og havi trivist væl her, síðani eg byrjaði í 2012.
Tað er eitt deiligt arbeiðspláss við góðum starvsfelagum.
Kanst tú siga eitt sindur um teg sjálva?
Eg eri fødd 31/12-1957, so nýggjarsaftan fylti eg 67 góð ár.
Eg eri gift við Jóan Petur Moretensen, vit eiga 3 børn og hava 9 deilig ommubørn.
Eg bleiv mamma tá eg var rættiliga ung, og eftir tað, byrjaði eg at arbeiða á flakavirkinum.
Síðani gekk leiðin á HF, har eg eftir HF prógv, fekk starv hjá Posta, har eg arbeiddi í 22 ár – eisini eitt deiligt arbeiðspláss.
Síðani arbeiddi eg á sjúkrahúsinum í 1 ár, áðrenn eg byrjaði hjá Varðanum Pelagic.
Til stuttleikar kann nevnast, at eg minnist væl, tá ið eg var 12-13 ár, og arbeiddi í pylsuvogninum hjá gubbanum í torninum – Eliesar.
Mítt ítriv hevur verið kappróður – eg havi róð kapp í nógv ár, og her eydnaðist tað at vinna trý FM.
Her fingu vit eitt serligt vinarband, sum er enn tann dag í dag.
Tann 1. juli blívi eg pensjonist, so tað verður løgið at ikki koma aftur til arbeiðis. Men eg havi verið glað og takksom fyri hvønn dag her.
Hvat var títt fyrsta inntrykk, tá ið tú kom til fyritøkuna?
Eg bleiv sera væl móttikin. Eg byrjaði í 2012 sum avloysari, inntil eg fekk fast starv í august 2012.
Eg byrjaði á tí gamla virkinum, og eftir nøkur ár kom eg vestur í skivstovubygningin at arbeiða. Deiligar umstøður.
Hvørji áhugamál hevur tú uttanfyri arbeiðið?
Eg passi húsið heima, brúki tíð saman við mínum ommubørnum, og so hava vit eitt sindur av seyði sum maður mín passar, har eg hjálpi til.
Seinastu tíðina havi eg hjálpt til við at passa mína gomlu mammu.
Eisini gangi eg í bindiklubb. Bindiklubburin bleiv stovnaður í 1977, í neystinum har vit róðu kapp.
Og vit hava hildi til síðan, onkur er farin burturúr og onkur komin til.
Fleiri av okkara monnum róðu saman eisini. Tað var og er eitt fantastiskt samanhald.