Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga við vátakava.

Sum frálíður seinnapartin frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Í nátt stundum upp í hvassan vind, 15 m/s; skýggjað og ælaveður.

Sum frálíður fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið 18 m/s.

Samdrigið og regn, við grovum ælum. Hitin millum +3 og + 7, frá í nátt millum +5 og +9 stig.