Tíðindi

MEST vitjan av parlamentslimum

Bretsku parlamentslimirnir Angus Brendan MacNeil og Ronnie Cowan vitjaðu á MEST í góðveðrinum í gjár.

Angus umboðar Ytru Hebridurnar og Ronnie Inverclyde á vesturstrondini í Skotlandi.

Báðir sita í House of Commons í London.

Teir vóru í Føroyum fyri at seta seg inn í føroysk viðurskifti og eftir kunnandi fund við MEST gekk leiðin heimaftur til Skotlands mánadagin.