Fimm daga forsøgnin
Leygardagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur hann upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, út á kvøldið eitt skiftið eystan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Út á kvøldiđ støkkur hann niður í útsynning, og tað slítir í. Hitin 5 til 10 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig. Út á dagin gongur vindurin upp í norðan, og seinni útnyrðing og veksur upp til frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s eitt skiftið. Samdrigið og regn, men út á kvøldið ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, men út á seinnapartin slítur í eitt skiftið. Hitin 6 til 10 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, tó slítur eitt skiftið seinnapartin. Hitin 6 til 10 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 6 til 10 stig.