Modelbátaframsýning á Bryggjubakka 16
Modelbátaframsýning á Føroya Fiskimannafelag
Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka nr. 16, letur dyrnar upp á Mentanarnáttini frá kl. 19:00 - 23:00.
Á skránni er forvitnislig framsýning av modellskipum í hugnaligu hølum felagsins á veghæddini.
Øll eru vælkomin og ein drekkamunnur verður eisini at fáa.
Hetta er fyrstu ferð at Fiskimannafelagið er við á Mentanarnáttini.
Nú halda vit til í nýggjum hølum, á veghæddini, niðan ímóti Havnar kirkju.