Veðrið
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m /s, samdrigið og ælaveður.
Seinnapartin veksur vindurin sunnanfyri upp í frískan vind upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s; norðanfyri minkar vindurin niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Tað verður skýggjað og okkurt ælið.
Í kvøld sum frá líður, um alt landið, lítið lot av ymsum ættum skýggjað og bert okkurt ælið.
Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin millum 8 og 12 stig.