Vit eru umborð í fýra vikur, og hava so frí í fýra vikur

Sigla uppá 8 havnir í 6 londum

Siglir uppá 8 havnir í 6 londum

Í farnu viku var farmaskipið Helgafell hjá Samskip á Runavík

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Hann fekk tá eitt prát við stýrimannin Bohdan Piven.

Tá hann varð spurdur hvørja rutu teir sigla, svaraði hann:

-Rutan hjá okkum liggur føst. Tá vit nýta Reykjavík sum útgangsstøði sigla vit soleiðis:

Reykjavík, Grundartangi, Reykjavík. So sigla vit til Vestmannaoyggjar, og haðani á Runavík áðrenn kósin verður sett móti Rotterdam í Hollandi.

-Lidnir í Rotterdam sigla vit til Cuxhaven í Týsklandi, so til Gøteborg í Svøríki og síðan til Århus í Danmark. Síðani verður kósin sett móti norðri. Vit koma aftur á Runavík áðrenn vit sigla víðari til Reykjavík. Sostatt sigla vit uppá 8 havnir í 6 londum, og tá eru tvær vikur farnar, sigur hann.

-Helgafell kann hava umleið 700 bingjur á 20 føtur ella 350 bingjur á 40 føtur umborð. Vit sigla við ymiskari vøru, ja, nærum allari vøru, sum passar í bingjurnar. Úr Føroyum er tað mest feskur fiskur, sum skal til Rotterdam. Vit eru 11 mans við og vit eru umborð í fýra vikur, og hava so frí í fýra vikur. Tað er ein góð skipan, sigur Bohdan.

Manningin fekk kristiligan lesnað og heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjofólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum, sum eisini eigur myndina.