Metingin frá Fiskamarknaðinum

fyri komandi viku

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á  Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank. Frystilínuskipini fiska mest av toski og kalva.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Hann landar fyrst í vikuni. Tveir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Ein er á landleiðini og fiskar mest av flatfiski og toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Báðir landa í vikuni. Onkur fer avstað í vikuskiftinum.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.