Veðrið - seinnapartin stormur í støðum
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, út á fyrrapartin veksur hann vindin til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum, seinnapartin stormur í støðum, 23 m/s. Skýggjað, okkurt ælið, út á kvøldið minkar hann vindin eitt sindur og í nátt frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.