Enniberg

Veiðan seld fyri 78 milliónir

Søluvirðið hjá Ennibergi frá fyrsta túrinum í ár er nú dagført, og veiðan varð seld fyri beint omanfyri 78 milliónir krónur.

Hoyr samrøðuna sum Sigurjón Einarsson hevði við skiparan á Ennibergi, Karl Danielsen  HER Enniberg gjørt mettúr: Veiðan seld fyri 78 milliónir | Kringvarp Føroya

Enniberg gjørdi mettúr á fyrsta túrinum í ár, sum var frá januar til seinast í mars.

Søluvirðið á seldu veiðuni er nú dagført, og lastin varð seld fyri tilsamans 78 milliónir krónur.

Toskaprísurin hevur verið serstakliga góður í seinastuni; heilt upp í 106,48 kr kg. 

- Tað er nokk tað besta eg havi verið við til, sigur Karl Danielsen, skipari á Ennibergi.

Teksturin er frá kvf.fo