Heri Reynheim er nýggjur limur
Tað var í fjør heyst, at Verkafólk gjørdust limir í Nordic Transport Workers Federation, stytt NTF.
Heri Reynheim er nú nýggjur limur í stýrisbólkinum fyri speditión og goymslu í norðurlendsku flutningsarbeiðara samgonguni, hetta er greitt eftir aðalfund í NTF í síðstu viku.
Hetta er samgonga hjá øllum teimum norðurlendsku arbeiðarafeløgunum, og tí ein sera umfatandi og sterk eind innan sáttmálaøkini í Norðurlondum.
Tað gjørdist longu tá greitt, at Danska 3F og Svenska Transportarbetareførbundet, sum hava formansskapin, ætlaðu at skjóta Hera Reynheim upp til sess í stýrisbólkinum. Á fundinum varð undirtøkan fyri uppskotinum sligin fast, tí Heri Reynheim var einmælt valdur í stýrið.
Standa saman
Á aðalfundinum hevði formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag eina framløgu um verkfallið í fjør, og um samtakið Verkafólk, ið telir øll føroysku arbeiðarafeløgini og Føroya Fiskimannafelag.
Framløgan lýsti gongdina í verkfallinum og felags stríðið fyri virðiligum korum hjá verkafólki í Føroyum.
Aðalfundurin tók ímóti framløguni við lógvabrestum. Eftir framløguna, tá samskiparin í stýrisbólkinum, Christer Norfall, tók mynd saman við Hera Reynheim, fór allur aðalfundurin á føtur aftanfyri teir og knýtti eyðkenda knýttnevan hjá Verkafólki.
340.000 verkafólk
NTF fevnir um verkafólk í flutningsvinnuni í breiðastu merking, eitt nú innan økini flogferðslu, vegaflutning, havnir og bryggjur, jarnbreytir, almennan flutning, sjófólk og fiskivinnu, vørugoymslu og flutningslogistikk, tilsamans er talan um yvir 340.000 limir.
NTF samstarvið fevnir um flest øll Norðurlond, ið er har, ið næstan allur okkara flutningur fer og kemur umvegis.
Við limskapinum styrkir Verkafólk sína støðu, sum eitt fakfelag, ið virkar í Føroyum, men samstundis er partur av eini stórari norðurlendskari eind.