15 skip hava landað svartkjaft uttanlands higartil í ár

Borgarin er bestur higartil. Hann hevur landað 31.465 tons.

Tey hava landað 100.000 tons í fýra londum, Danmark, Írlandi, Íslandi og Noregi.

Landingarnar eru 42.

Í Føroyum eru landað 240.523 tons.

Landingarnar her eru 207.

Hetta vísa tøl hjá Vørn.

Undantaksloyvi

Undantaksloyvið at landa svartkjaft uttanlands fór úr gildi 16. juni.

Higartil hava føroysk skip landað 340.360 tons av svartkjafti í ár. 

Kvotan er 415.000 tons.  

Borgarin er bestur higartil. Hann hevur landað 31.465 tons.

Bara Havsbrún keypir svartkjaft í Føroyum.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo